Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Allar deildir taka ímóti panti frá hósdegnum 14. mai

11. mai 2020

Frá hósdegnum 14. mai taka allar deildir okkara ímóti panti aftur.

Deildirnar við Norðskála, á Sandi og í Vestmanna hava ikki tikið ímóti panti síðsta mánaðin, av tí at mett varð, at smittuvandin var høgur, har tikið varð ímótið panti við hond.

Vit hava nú valt, at lata móttøkurnar uppaftur - men við fyrivarni fyri, at tilmælini um frástøðu og reinføri verða hildin.

Vit heita tí á viðskifta fólk okkara, um at sortera fløskur og dósir áðrenn komið verður í handilin við panti.

 

Vinarliga Rúsdrekkasøla landsins