Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Eitt sindur um vín.jpg

Ymisk sløg av víni

Vín verður framleitt úr geraðari víndrúvusevju. Í høvuðsheitum verður vín býtt upp í høvuðsbólkarnar borðvín, brúsandi vín og heitvín.

Borðvín

er reyðvín, hvítvín og rósuvín. Alkoholinnihaldið er vanliga millum 8,5 og 15 prosent.

Reyðvín

er gjørt úr bláum drúvum og fær sín lit av skalinum. Talan kann vera um alt frá ljóst reyðum liti til myrkan og violettan lit. Í reyðvíni er garvisýra, sum stavar frá kjarnunum í víndrúvunum. Hevur turran smakk.

Hvítvín

er í flestu førum gjørt úr grønum drúvum. Tað kann eisini vera gjørt úr bláum drúvum, um skalið verður tikið frá sevjuni tíðliga. Liturin kann vera heilt ljósur ella myrkt gulgyltur. Hevur turran og søtan smakk.

Rósuvín

er gjørt úr bláum drúvum. Eyðkendi ljósareyði liturin stendst av, at skalið liggur stutt í sevjuni. Vínið kann vera laksalitt og klárt reytt. Hevur næstan altíð turran og hálvturran smakk.

Eindrúvuvín

er gjørt úr eini høvuðsdrúvu og lítlari nøgd av øðrum drúvum. Sum oftast er høvuðsslagið 75-90 prosent av drúvunum. Flestu amerikonsku vínini eru eindrúvuvín, m.a. Cabernet Sauvignon og Chardonnay.

Brúsandi vín

er vín við bløðrum av kolsýru. Kolsýran kann alast fram natúrliga í framleiðsluni, men eisini verða latin í seinni eins og í sodavatni. Best kenda brúsandi vínið er champagne, sum er úr økinum Champagne í Fraklandi. Munkurin, Dom Perignon, uppfann tað í 19. øld. Sjampanja er sum oftast hvít ella laksalitt. Smakkurin er turrur, hálvturrur ella søtur.

Heitvín

er sterkari enn vanligt reyðvín, millum 17 og 21 prosent. Hetta kemst av, at alkohol verður blandað uppí í sambandi við geringina. Smakkurin er sum oftast søtur, men heitvín finnast eisini, sum eru turr.

Spyr okkum