Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

 

 

Ráðgeving.jpg

Vit ráðgeva tær fegin !


Her sært tú vegleiðindi tøl fyri nýtslu av drekkivørum til veitslur, barnadóp, móttøkur o.a. Tølini eru vegleiðandi og kunnu broytast alt eftir, hvussu tiltakið er samansett. Vit mæla altíð til, at tit tosa við ráðgevarar okkara. Send okkum ein teldupost á rusan@rusan.fo ella støkk inn á gólvið.

Vælkomstdrykkur t.d. brúsandi vín
umleið 7 gløs í hvørjari fløsku á 70 cl.

Snapsur
umleið 25 snapsir í hvørjari fløsku á 70 cl

Vanligt borðhald – 3 rættir
Reyðvín umleið 2 fólk til eina fløsku á 75 cl., um hvítvín eisini verður skonkt
Hvítvín umleið 3 fólk til eina fløsku á 75 cl., um reyðvín eisini verður skonkt
Øl umleið 3 fløskur til hvørt fólk, har vín eisini verður skonkt
Øl umleið 5 fløskur til hvørt fólk, har vín ikki verður skonkt
Vanligt er, at mest fer av pilsnar, síðai classic og so gull.

Kalt borð
Vín umleið ½ fløsku til hvørt fólk, um øl eisini verður skonkt
Øl umleið 3 fløskur til hvørt fólk, har vín eisini verður skonkt
Øl umleið 5 fløskur til hvørt fólk, har vín ikki verður skonkt

Cognac/likør
umleið 17 fólk til eina fløsku á 70 cl.
Vanligt er, at mest fer av likøri og síðan cognac

Brennivín/Barr
umleið 7 fólk til eina fløsku á 70 cl.
Vanligt er, at mest fer av vodka, síðai ginn og so romm.

Barnadópur/ferming
umleið 3 fólk til eina fløsku á 75 cl

Reseptión
7 fólk til hvørja vínfløsku á 75 cl. ella max. 1 glas pr. persón

Gløs pr. fløsku/pakka
1 fløska av reyðvíni                                                        = umleið 5-6 gløs
1 fløska av hvítvíni                                                         = umleið 6-7 gløs
1 pakka av hvítum pakkavíni - svarar til 4 fløskur á 75 cl.  = umleið 24-28 gløs
1 pakka av reyðum pakkavíni - svarar til 4 føskur á 75 cl.  = umleið 20-24 gløs

 

 
Spyr okkum