Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Heitvín.jpg

Heitvín

er sterkari enn borðvín. Innihaldið av alkoholi er millum 17 og 21 prosent. Dessertvín eru so at siga altíð heitvín. Heitvín eru aloftast søt, men kunnu eisini vera turr. Ymsu sløgini av heitvíni spenna frá at vera gylt til at vera heilt myrkareyð.

Heitvín verður framleitt eins og reyðvín og hvítvín. Munurin er, at drúvuspritt verður latið í aftrat. Tað kann verða latið í, meðan vínið gerar, so geringin steðgar.

Henda mannagongdin hevur við sær, at nakað av tí søta verður eftir í víninum. Dømi um hetta eru portvín. Verður drúvusprittið latið í, tá vínið er liðugt at gera, verður vínið turt og ikki søtt sum t.d. sherry.

Spyr okkum