Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Whiskyøkini í Skotlandi

 

Lowland:

Malt whisky úr hesum økinum er sum heild bleytt, hálvsøtt, lætt og hevur ljósan lit. Vantandi syrki er ein av orsøkunum til, at tú ikki gevur teimum serligan gætur. Tað hhava ongantíð verið nógv sløg úr økinum, og tey seinastu árini eru tey bara fækkað. Fýra destillarí eru eftir í Lowland: Bladnoch, Auchentoshan, Glenkinchie og Ailsa Bay.

Campeltown:

Er tað minsta av teimum kendu whiskyøkjunum. Navnið kemst av, at bara ein býur er har. Whisky úr hesum økinum er samansett við fyllu, kryddað við torvi og salti. Nú eru bert trý destillarí eftir av umleið 30.

Speyside:

Í hesum økinum liggur helvtin av teimum skotsku maltdestillaríunum. Speyside Single Malts eru kend fyri teirra fínleika, blómukendan hunangssmakk og av og á torvkendan anga.

Islay:

Whisky úr hesum økininum hevur royktan torv- og maltsmakk. Her er tað havið og torvið, ið seta dám á whisky'ið, t.d.Ardbeg, Lagavulin og Laphroaig. Nú eru bara 9 destillarí eftir av umleið 24.

Islands:

Hetta whisky hevur ymiskan smakk, men felags fyri øll sløgini er smakkurin av torvi, royki, salti og tara. Nøkur eru mildari og elegantari enn onnur. Í økinum eru oyggjarnar Jura, Mull, Skye, Arran og Orknoyggjarnar, sum samanlagt hava 7 destillaríir.

Highland:

Er nógv tað størsta whiskyframleiðandi økið, við uml. 100 destillaríum. Eyðkennið fyri øll er ein blómukendur angi og turrur smakkur við einum farra av torvi og slati.

Faldari við kunning um whisky