Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Whisky.jpg

Whisky

er væl umtóktur drykkur, sum verður framleiddur í ymsum londum. Er drykkurin úr USA, verður hann skrivaður Bourbon, og er drykkurin írskur, siga og skriva vit Whiskey. Í Skotlandi og aðrastaðni skrivast drykkurin Whisky.

Ymsu nøvnini eru vard, og reglur eru fyri, nær hvørt heiti kann prentast á fløskur. Aftrat skotum, írum og amerikanarum framleiða walisar, kanadiarar, sviar, japanar, fraklendigar, indarar, pakistanar og avstraliarar whisky. 

Upprunin til whisky

Hildið verður, at írskir munkar vóru teir fyrstu, ið gjørdu whisky. Teir høvdu lært kynstrið at destillera úr Miðeystri í 6. øld, har drykkurin fyri tað mesta varð nýttur sum heilivágur. 

Eftir at írarnir høvdu gjørt whisky í 600 ár, fóru skotar at gera whisky í 12. øld. Írskt whisky var heilt til byrjanina av 20. øld nógv tað mest selda á heimsmarknaðinum.

Síðan er viðvent í holuni, og í dag eigur Skotland meginpartin av heimsmarknaðinum fyri whisky.

Framleiðslan

Whisky verður framleitt úr korni, bygg, rug, hveiti ella mais, sum verður gerað og síðan dropadrivið. Malt whisky er gjørt úr bygg.

Malting:

Byggið verður lagt á blot í køldum vatni í 2-3 dagar og síðan lagt at spíra og turka. Byggið verður eftir hetta nevnt malt.

Mesking:

Maltið verður malið og blandað við heitt vatn. Á hendan hátt endar søtevnið í maltinum í sevjuni. Hetta verður vanliga gjørt tríggjar ferðir.

Gering:

Gerin, sum ger sukurið um til alkohol, verður latin í sevjuna. Tá 40-72 tímar eru gingnir, er sevjan gjørd um til eitt slag av øli á 8-9 prosent.

Destillering:

Eftir geringina verður sevjan kókað, so bara alkoholið verður vunnið úr sevjuni. Hetta verður gjørt 2-3 ferðir.

Búning:

Skotskt whisky skal goymast í minst trý ár á eikitunnum. Hetta skal gerast í Skotlandi, um tað skal kunna kallast skotskt.

 

Sí faldara um whisky her

Navnið Aquavitae, sum merkir lívsins vatn, varð í fornari tíð latínska navnið fyri whisky. Hetta stavar frá tí gæliska orðinum uisege beatha, sum við tíðini bleiv sagt usquebaugh og her er tað navnið whisky stavar frá.

 

Góð ráð um whisky

Borðreiðing: Whisky skal njótast við uml. 16-18°, tá fæst besti smakkur og angi. Nýt helst eitt tulipanskapað glas, tí hetta heldur best anganum, men eisini cognac- og hvítvínsgløs eru egnaði.

Vatn: Blandað verður oftast við vatni, fyri at lækka alkoholstyrkina. Alkoholið doyvir ofta bæði angan og smakkin, og vatndroparnir fáa øll aroma-evnini
fram. Um tú velur at blanda við vatni, skal vatnið helst hava sama hita sum whisky.

Goymsla: Lat ikki fløskuna standa í beinleiðis sólarljósi, tí hetta kann broyta smakkin og litin. Best er ikki at lata fløskuna standa ov leingi uttan propp.