Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Cognac.jpg

Cognac

er franskt brennivín úr økinum Cognac. Talan er um destillerað hvítvín, sum síðan er goymt í føtum úr eikitræi.

Í sambandi við framleiðsluna verður drúvan Ugni Blanc brúkt. Tá drúvan verður vín, er alkoholinnihaldið átta prosent. Tá destilleringin er liðug, er styrkin 40-43 prosent.

Destillatið verður ofta blandað við fleiri øðrum destillatum, so drykkurin skal fáa júst rætta smakkin. Eftir at alt er blandað, skal løgurin hvíla millum seks mánaðir og tvey ár. Síðan verður hann latin á fløskur.

Cognac verður býtt upp í tríggjar høvuðsbólkar. Very Superior merkir, at tað er goymt í minst tvey ár og mesta lagi fýra ár. Very Superior Old Pale er goymt í minst fýra ár. Extra Old er goymt í minst seks ár.

Spyr okkum