Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Kunning

10. mai 2015

Rúsdrekkasølan letur upp sølubúð við Norðskála

Fyri fyrstu ferð í 22 ár letur Rúsdrekkasøla Landsins upp nýggja sølubúð. Nýggja sølubúðin verður í bygninginum hjá Stanley við Svartheygg 2 við Norðskála og letur upp mikudagin 20. mai kl. 13.00.

Síðan 1993 hevur Rúsdrekkasøla Landsins havt seks sølubúðir. Tær eru á Drelnesi, Sandi, í Miðvági, Havn, Saltangará og Klaksvík. Sølubúðin við Norðskála fer at bøta munandi um atkomumøguleikarnir í Sundalagnum.

Rúsdrekkasøla Landsins varð stovnað í 1992, og endamálið við stovninum var m.a., at hann skuldi veita viðskiftafólkunum so góða tænastu og dygd sum gjørligt, samstundis sum nøgdirnar av seldum rúsdrekka ikki skuldu økjast.

Rúsdrekkasølan hevur síðan stovnanina livað upp til endamálið og ger tað áhaldandi. Bara frá 2008 til 2014 minkaði sølan av reinum alkolholi munandi. Í 2008 vórðu seldir 215.441 litrar av reinum alkoholi. Í 2014 vórðu seldir 204.957 litrar.

Gongdin vísir eisini, at sølan av brennivíni minkar støðugt, meðan sølan av víni veksur. Viðskiftafólk eru sera tilvitað um dygd, og í sølubúðunum vegleiða útbúgvin starvsfólk í sambandi við keyp á so fyrikomandi og upplýstan hátt sum gjørligt.

Í sambandi við upplatingina við Norðskála hevur Rúsdrekkasøla Landsins latið gera ein faldara við upplýsingum um grundarlagið og virksemið hjá stovninum. Í faldaranum verður m.a. endurgivið úr eini Gallup-kanning um stovnin.

Viðskiftafólk vórðu m.a. spurd, hvussu nøgd tey eru við tænastuna. 24 prosent vóru sera væl nøgd og 62 prosent væl nøgd. Trý prosent vóru ónøgd. Spurt varð eisini um úrvalið. 17 prosent vóru sera væl nøgd og 65 prosent væl nøgd. Átta prosent vóru ónøgd.

Rúsdrekkasøla Landsins virkar áhaldandi fyri at menna tænastuna og vøruúrvalið, tó altíð við høvuðsendamálinum um at tálma nýtsluni í huga. Sølubúðin við Norðskála skal menna tænastuna í einum øki, har atkomumøguleikarnir hava verið óhøgligir.

Nýggi faldarin um stovnin fæst í sølubúðunum í næstu viku.