Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Kunning

9. mai 2017

Rúsdrekkasølan letur upp sølubúð í Vestmanna

Rúsdrekkasøla Landins letur upp nýggja sølubúð í Vestmanna hin 18. mai. Talan verður um ein lítlan handil, sum fer at hava avmarkaðar upplatingartíðir hósdag, fríggjadag og leygardag.

Úrvalið í nýggju sølubúðini verður nakað tað sama sum í sølubúðini á Sandi. Tó verða upplatingartíðir og vøruúrval lagað eftir eftirspurninginum.

Frá 1993 til 2015 hevði Rúsdrekkasølan seks sølubúðir. Í mai 2015 læt tann sjeynda upp við Norðskála, og nú ein sølubúð kemur aftrat í Vestmanna, verða tær tilsamans átta.

Sølubúðin í Vestmanna verður í handlinum á Niðara Vegi 81, har ølsøla hevur verið frammanundan.

Menna tænastu

Bæði hvat útboði, tænastu og atgongd viðvíkur leggur Rúsdrekkasølan dent á støðugt at menna seg, so tænastan samsvarar við krøv og ynskir í nútíðarsamfelagnum.

Rúsdrekkasølan varð stovnað í 1992 til tess at bjóða so góða tænastu og dygd sum gjørligt, samstundis sum stovnurin skuldi virka fyri, at rúsdrekkanýtslan varð tálmað.

Stovnurin hevur livað upp til endamálið og ger tað áhaldandi. Bara frá 2008 til 2014 minkaði sølan av reinum alkolholi munandi. Í 2008 vórðu seldir 192.802 litrar av reinum alkoholi. Í 2016 vórðu seldir 181.296 litrar.

"Gongdin er, at føroyingar drekka minni sterkt og meiri veikt. Okkara viðskiftafólk eru tilvitað um dygd og keypa ikki so stórar nøgdir sum fyrr. Nú vit lata eina sølubúð upp aftrat, skapa vit betri atgongd til okkara dygdarvørur og tænastu," sigur Rógvi Andrias Fossádal, stjóri.