Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Kunning

17. apríl 2010

Rúsdrekkasøla Landsins opið leygardagar frá 8. mai 2010

Í sambandi við broyting í Kunngerð Nr. 19, um Skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins, verður nú møguligt hjá Rúsdrekkasøluni at hava opið leygardag. 

Fyrsti leygardagurin har møguligt verður at keypa í sølubúðum hjá Rúsdrekkasøluni verður leygardagin tann 8. mai 2010. 

Upp- og afturlatingartíðirnar leygardag verða soleiðis: 
Tórshavn: Kl. 10.00 - 14.00 
Saltangará, Klaksvík, Drelnes, Miðvágur 
og Skálavík: Kl. 10.00 - 13.00 

Upp- og afturlatingartíðirnar verða broyttar hinar dagarnar soleiðis: 
Tórshavn: mán – frí Kl. 10.00 – 17.30 
Saltangará: mán – hós kl. 13.00 – 17.30 frí kl. 10.00 - 17.30 
Klaksvík: mán – hós kl. 13.00 – 17.30 frí kl. 10.00 - 17.30 
Drelnes: mán – hós kl. 14.00 – 17.30 frí kl. 12.00 - 17.30 
Miðvágur: mán – hós kl. 14.00 – 17.30 frí kl. 12.00 - 17.30 
Skálavík: mán – hós kl. 14.00 – 17.30 frí kl. 12.00 - 17.30