Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Kunning

29. desember 2016

Frá 1. januar selur Rúsdrekkasølan í leysum

Rúsdrekkasøla Landsins heldur fram at menna sínar tænastur, og frá 1. januar 2017 fer at bera til at keypa øll sløg av øli í leysum í sølubúðunum. Higartil hevur bara verið møguligt at keypt summi sløg í leysum, men í øðrum førum skuldi talan vera um seks, 10, 24 ella 30 fløskur ella dósir.

Viðskiftafólk hava sett spurnartekn við, hví ikki øll sløg kundu keypast í leysum, og hetta verður so møguligt eftir nýggjár. Við hesi broytingini livir Rúsdrekkasølan uppaftur betur upp til eitt av sínum høvuðsendamálum, sum er at virka fyri at tálma nýtsluni.