Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Kunning

9. juni 2011

Broyting í pantupphæddunum

Kunngerð um íløt, úrdráttir og pant er broytt, so nú eru pantupphæddirnar fyri endurfyllingaríløt og einnýtisíløt tær somu

Talan er um øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, í íløtum úr glasi, plasti og metalli. 

Pantið fyri hesi íløt er nú kr 2,00 fyri íløt upp til 50 cl, og kr 4,00 og fyri íløt omanfyri 50 cl.

Vín- og brennivínsfløskur o.t, er ikki umfatað av kunngerðini, og hevur Rúsdrekkasølan, fingið áheitanir frá fólki, sum eru eitt sindur ørkymlað av hesum. Pantið fyri hesar fløskur, er ásett av Rúsdrekkasøluni og er hetta pantið framvegis kr 2,50.

Rúsdrekkasølan leggur pant á flest allar av hesum fløskum, tó við undantøkum.
Orsøkin til hetta er, at fløskuautomatirnar, reint tekniskt, ikki kunnu taka ímóti øllum fløskum.
Hetta orsakað av, at fløskurnar t.d. eru ov stórar ella at automatin, ikki kann lesa strikukotuna á fløskuni.
Á hillaseðlunum í handlunum er tilskilað, um pant er á vøruni ella ikki.

Kunngerðin sæst á leinkjuni niðanfyri:

http://www.logir.fo/foldb/kunfo/2007/0000054.htm