Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Kunning

8. november 2010

Aalborg Jule Akvavit 2010 tikið av hillum okkara

Pernod Ricard, sum eru veitarar av Aalborg Jule Akvavit 2010, hava staðfest, at møguleiki er fyri, at litevni er í proppinum á Aalborg Jule Akvavit 2010.

Møguleiki er fyri, at hetta litevni kann vera blandað saman við innihaldinum í fløskuni.

Av tí at Pernod Ricard ynskja at binda um heilan fingur – hóast evni ikki er heilsuskaðiligt, hava teir valt at taka vøruna av hillunum.

Kundar okkara, ið longu hava keypt fløskuna, kunnu tí lata hana inn aftur í handlum okkara og fáa pengarnar aftur.