Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
---|
Fólkaheilsuráðið hevur á heimasíðu teirra kunning um vandarnar við rúsdrekka, samstundis sum teir hava gjørt ein roknara, har fólk kunnu kanna hvussu stóran vanda teirra nýtsla av rúsdrekka hevur. Sí Tann lítli roknarin
Fólkaheilsuráðið skrivar á heimsíðuni, at danska Heilsustýrið hevur broytt tilmælið um rúsdrekka, tí rúsdrekka sambært International Agency for Cancer Research er at rokna sum krabbaelvandi, uttan nakað niðara kent mark fyri, har rúsdrekka ikki elvir krabba. Hin vegin tykist alkohol upp til 20 gram um dagin (svarandi til 2 alkoeindir) at verja móti hjarta-æðrasjúkum hjá miðaldrandi og eldri fólki.
Nýggju tilmælini ljóða soleiðis:
Fólkaheilsuráðið hevur á fundi tann 22. september 2010 viðgjørt hesi nýggju tilmæli og tekur undir við teimum, men heldur, at boðskapurin er vorðin eitt sindur ov torskildur og tí hevur Fólkaheilsuráðið hesi ráð til fólk:
Sí áhugaverdan lesna um evnið niðanfyri:
NRK - "tá mamma og babba drekka"
WHO Handbook for action to reduce alcohol-related harm
Les meira um hvussu tú handfer rúsdrekka við skili á Alt om alkohol