Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Øl í mati

Øl er vælegnað í mati. Til dømis sum krydd, at útjavna fita, at marinera við, í sósir og annað.
Øl gevur matinum beiskleika frá humluni og ein søtan smakk frá maltinum. Men av tí at beiski og søti smakkurin eru ymiskir frá øl til øl, er ikki líkamikið, hvørja øl tú brúkar til matgerð.
Ljósar og lættar øl er vælegnaðar at brúka til lættar rættir. Myrk og sterk ølsløg hóska væl til sterkar rættir. Um rætturin er feitur, er best at velja eina sterka øl, sum til dømis sterkan pilsnara; hetta tí ein sterk øl er góð til tann feita smakkin.

Hvør øl skal brúkast til hvønn mat?

Pilsnari

Ein løtt øl. Hóskar væl til fiskarættir og lættar suppur. Kann nýtast ístaðin fyri vatn í uppskriftini. Pilsnarin gevur rættinum kornsmakk og ein lættan beiksleika og søtan smakk, sum kann geva rættinum nakað eyka.

Sterkur pilsnari

Tann sterka ølin er góð til rættir, har korn, breyð ella søtar rávørur eru í, sum eitt nú chutney. Hendan ølin gevur matinum bæði søtleika og styrki.

Lagerøl

Tann myrka lagerølin hevur sterkari maltsmakk, og tí hóskar hendan seg væl at koyra í kryddaðar og sterkar rættir, sum ikki eru ov feitir. Kann eisini nýtast í søtum rættum, har t.d. chutney er í.

Hveitiøl

Ein løtt øl, sum við sínum frískleika og súra smakki hóskar væl til at dampa kræklingar og fisk við.

Portari

Ein beisk, men søt øl, sum hóskar væl at koyra í myrkar og saltar rættir. Portari hóskar eisini til sjokolátarættir

 

 

Koyring og rúsdrekka

 

Jú seinni jú betri