Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Matur og øl.jpg

Vegleiðing til hvussu øl og matur kann setast saman

Kraftigur matur skal hava sterkt øl, so sum gulløl

Lættur matur skal hava lætt øl, so sum pilsnar og classic

Ljósir rættir skulu hava ”ljóst” øl, so sum hveitiøl og pilsnar

Myrkir rættir skulu hava myrkt øl, so sum lager, classic og myrkar gulløl.

Søtir rættir skulu hava søtligar øl, so sum portara / stout
Av og á kann ein løtt og frísk øl verða eitt gott mótspæl til ein kraftigan og sterkan rætt, so sum chili con carne.

Tað er eisini vert at hugsað um , at feitur matur krevur eina kraftiga øl.
Tann kraftiga ølin er góð til neutraliserað feitt við at reinsa góman.
Royn m.a. eina gulløl til gravad ella royktan laks.

Set saman tína egnu ølmatskrá:

Øl kann nýtast sum fordrykkur, til forrætt, høvuðsrætt, ost og dessert.

Her er nakað av inspiration til, hvussu man sjálv/ur kann seta saman sína egnu ølmatskrá:

Fordrykkur

Her er mest sannlíkt at velja eina turra og fruktkenda øl. Tað kann m.a. verða hveitiøl, sum við sínum frískleika og frukt er eitt gott alternativ til sjampanju.

Forrættur

Til lættar forrættir verður viðmælt lættari ølsløg, so sum pilsnar, hveitiøl ella classic.
Til royktan fisk verður sterkari øl viðmælt, so sum gulløl.

Høvuðsrættur

Her er best at royna við eitt sindur kraftigari ølsløgum, so sum gull og specialøl.
Nýt vegleiðingina – kraftigar øl til kraftigan mat, lættar øl til lættan mat, o.s.fr.

Ostur

Tað ber væl til at borðreiða øl til ost. Tá ostur oftast er feitur, verður viðmælt at velja sterkari ølsløg, so sum gulløl og portara.

Dessert

Ein søt dessert skal hava eina søta øl. Portari er væl egnaður, serliga til sjokolátagrundaðar dessertir og desserir við støði í egg og róma

 

 

Vit vilja verða við til at fyribyrgja misnýtslu