Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Súltaðar mandarinir við kaneli og cider.jpg

Súltaðar mandarinir við kaneli og cider

– hóskar væl afturvið osti, og kann eisini við smáum broytingum gerast til súltutoy.

1. Lat 8 mandarinir í eina grýtu við køldum vatni, og hita júst so leingi, at tað kemur uppá kók. Stoyt kókandi vatnið úr grýtuni, og set hana undir rennandi, kalt vatn í tveir minuttir. Endurtak hetta 4 ferðir.

2. Sker nú tunnar foyrur í skalið á mandarinunum, har tú vildi skorið, um tú skuldi skorið hana í bátar.
Lat mandarinirnar í aftur grýtuna við køldum vatni og hita aftur júst so leingi, at tað kemur uppá kók.

3. Endurtak hetta inntil mandarinirnar eru komnar uppá kók 4 ferðir afturat.

4. Ger ein tjúkkan sukurlaka av 1 kg av sukri, 5 dl av cider og 3 nelikum. Sukurlakin skal kóka eina góða løtu, inntil bløðrurnar verða seigar og ikki bresta so skjótt.

5. Nú skulu royndir takast av sukurlakanum, sum skal gerast stívur, tá hann kólnar. Dryppa eitt sindur á ein kaldan tallerk, og tá sukurlakin stívnar eftir tveimum minuttum í kulda, er hann góður.

6. Kóka eina løtu afturat eftir at sukurlakin er góður. Sker síðani mandarinirnar í bátar og lat tær í sukurlakan.
Nú tynnist sukurlakin helst aftur av vætuni frá mandarinunum, og má tí kanska kókast nakað afturat.

7. Set lakan at kólna. Hann er klárur at borðreiða, tá hann er kólnaður. Er hann ov harður ella seigur, ber til at taka hann út úr kuldaskápinum, eina løtu áðrenn hann skal etast. Hetta sama kann gerast við appilsinskali. Tá skal so nógv sum gjørligt av tí hvíta bitra á appilsinini skerast vekk, eftir at tær eru kaltvatnsblancheraðar eini 8-12 ferðir.

Síðani kann skalið skerast í tunnar strimlar og kókast í sukurlakanum

 

Eftir gourmetkokkinum Leif Sørensen

 

 

Koyring og rúsdrekka

 

Jú seinni jú betri