Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Pikant deiggjpakkar við Whisky-salsa.jpg

Pikant "deiggjpakkar" við Whisky-salsa

Deiggjpakkar til 8 pers

Hesir „deiggjpakkar“, eru vælegnaðir sum ein lættur forrættur. Talan er ikki um ein sterkan rætt, men salsa, sum verður
serverað afturvið, er lutfalsliga sterkt.

  • 450 g. butterdeiggj (ein pakka)
  • 300 g. rækjur
  • 75 g. pinjukjarnur
  • 1 broccoli
  • 1 pk. Pikantost

Butterdeiggið verður

1. rullað út og skorið í 8 rektanglar. 1/8 broccoli, rækjur og pinjukjarnur verða lagdar á deiggi, 1/8 av Pikantostinum verður lagt omaná.
2. Deiggið verður nú lagt saman sum ein pakki og læst saman í kantinum við at trýsta ein gaffil runt um kantin.
3. Bakað á 200 gr í umleið 25 minuttir.

Whisky-salsa (at hava afturvið)

  • 4 tomatir
  • 1 reyðleyk
  • 2-3 stengur blaðselleri
  • 5 cl. whisky
  • 1 turka chili
  • 2 fed hvítleyk
  • salt og pipar

Smátt hakkað chili, hvítleykur og pipar verður latið í whisky. Ein tomat verður blendað, meðan hinar verða reinsaðar fyri
kjarnur og skornar í smáar terningar. Reyðleykur og blaðselleri verður somuleiðis skorið í smáar terningar. Alt verður rørt saman og smakkað til við salti. Heitu deiggjpakkarnir verða serveraðir saman við salsa.

Bæði øl, reytt- og hvíttvín hóska til rættin.

 

 

Vit vilja verða við til at fyribyrgja misnýtslu