Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Bróstasneið av kalkun við rómasherrysós og coleslaw salati

1 kilo bróstasneið av kalkun

Fylla

  • 2 fínt hakkaði hvítleyksfet
  • 2 dl gular rosinur
  • 1 dl skorpumjøl
  • 1/2 dl fínthakkaðar urtir
  • salt og svart pipar

Blanda alt saman, sum skal vera í fylluni. Turka sneiðina við køkspappíri og sker hana upp. Smyr fylluna omaná sneiðina og rulla saman. Bind saman við steikitráði.

Set eitt steikitermometur í tjúkkasta partin av sneiðini, men ikki í fylluna. Steik í ovninum á 150 stigum í umleið 45 minuttir til termometrið vísir 75 stig. Rulla sneiðina i silvurpappír, og lat hana liggja í umleið 10 minuttir áðrenn tú sker fyri.

Rómasherrysós

  • 2 dl bótarmolar (ein partur kann verða soð frá kalkunini)
  • 2 dl róma
  • 3 súpisk. turt sherry
  • 1 1/2 súpisk. majsjavning
  • svart pipar

Kóka bótarmolar, róma og sherry saman í eini grýtu. Rør majsjavningin í og smakka til við pipari.

Coleslaw við reyðkáli

  • 200 g reyðkál
  • 200 g hvíttkál
  • salt, svart pipar
  • 1 tesk. sukur
  • 1 tesk. chilipulvur

Lakin

  • 1 fínt hakkað hvítleyksfet
  • 1 dl majones
  • 3 súpisk. hvíta
  • 1 súpisk. reyðvínsedikk
  • (sukur)

Strimla kálið við einum ostaskerara. Blanda kryddaríini saman. Rør majones, hvíta, edikk og hvítleyk saman til eina sós og smakka til við sukri. Blanda lakan saman við kálinum.

Vínviðmæli

Kalkunsneiðin við rómasós smakkar væl saman við einum fruktkendum og eitt sindur kryddaðum reyðvíni. Tað skal ikki vera eitt vín við nógvari fyllu og vínið má gjarna hava nakað av garvisýru í sær. Vel til dømis eina Pinot Noir frá Kalifornia ella Argentina. Um tú vil gjalda eitt sindur meira - vel so eitt vín frá Bourgogne.

 

 

Koyring og rúsdrekka

 

Jú seinni jú betri