Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Blinipannukøkur og øl

Blini-pannukøkur eru væl smakkandi og mettandi vetrarmatur. Tær hóska eisini væl at leggja saman. Aftur við blinipannukøkum kanst tú bjóða ymisk sløg av tilhoyri, sum ein og hvør kann fáa sær, alt eftir hvat tykkum dámar. Niðanfyri eru nøkur uppskot til, hvussu tú kanst nýta blinipannukøkur.

Blinideiggið nýtist ikki altíð at verða gjørt úr bókhveiti. Upprunaliga varð deiggið í Russlandi ofta bara gjørt úr hveitimjøli. Eyðkent fyri deiggið er, at tað eigur at ganga. Eitt vet av pískaðum eggjahvíta ger blinipannukøkurnar serliga lættar.

Blinipannukøkur kanst tú eisini bjóða sum dessert, til dømis smakkaðar til við sjokulátu, sum í okkara uppskrift niðanfyri. Tú kanst eisini bjóða blinipannukøkur gjørdar úr hveitimjøli sum dessert og borðreiða tær við hindberjasúltutoyi, sum russar gera.

Blinipannukøkur av bókhveiti og hveiti, við trimum ymiskum tilhoyri

Okkara bliniuppskriftir eru skjótt gjørdar útgávur, sum ikki tørva at ganga eina nátt. Báðar nøgdirnar geva einar 10 størri blinipannukøkur ella einar 20 smáar blinipannukøkur.

Bókhveitiblinipannukøkur

  • 4 dl bulgarsk jogurt
  • 20 g ger
  • 2 1/2 dl bókhveitimjøl
  • 2 tsk. sukur
  • 1 1/2 dl mjólk
  • 1 egg
  • 1 tsk. salt

Lunka jogurtið og rør í gerini, til hon er upployst. Læt mjølið og sukrið í. Læt deiggið ganga í stovuhita í einar tveir tímar. Gev mjólkini eitt uppkók og skil eggjareyðan frá eyggjahvítanum. Rør mjølið, eggjareyðan og saltið væl út í deiggið. Píska eggjahvítan stívan og vend varisliga í deiggið.

Hveitiblinipannukøkur

  • 3 + 2 dl mjólk
  • 25 g ger
  • 2 1/2 dl hveitimjøl
  • 2 tsk salt
  • 1 egg

Lunka 3 dl av mjólkini og upploys gerina í henni. Læt hveitimjølið í og læt deiggið standa í einar tveir tímar í stovuhita. Skil eggjareyðan frá eggjahvítanum. Rør eggjareyðan og saltið og læt ganga meira. Læt at enda 2 dl av kókandi mjólk og hart pískaða eggjahvítan úti.

Baka

Smelta smørið

Steik tjúkkar blinipannukøkur í smeltaðum smøri við miðalhita. Læt eisini smeltað smør í, tá tú vendir blinipannukøkunum á pannuni. Pannukøkurnar verða serliga broysknar, um tú steikir tær tvær ferðir á hvørjari síðuni.

Rækju- og rognblanding

  • 1/2 lítlan reyðleyk
  • 250 g rækjur
  • 1 1/2 dl majonesu
  • 1 dl súrróma
  • 1 dl fínt hakkað frískt dild
  • 3 spsk. rogn
  • salt, svart pipar

Flys og hakka reyðleykin og rør hann upp í alt hitt tilfarið. Læt tað standa svalligt í nakrar tímar áðrenn borðreitt verður.

Kantarellsoppablanding

  • 1 skalottuleyk
  • 2 gløs av kantarellsoppum (à 200 g / 120 g)
  • 1 spsk. olju ella smør
  • 1 dl súrróma
  • 1 dl majonesu
  • 3 spsk. hakkaðar urtir, t.d. kervil ella grønleyk
  • salt, svart pipar

Til garnering: várleyk

Flys og hakka leykin. Læt vætuna seta av kantarellsoppunum og steik teir so saman við leykinum í olju, til øll vætan er guvað burtur. Læt blandingina svalna, áðrenn tú rørir hitt tilfarið útí. Pynta við hakkaðum várleyki

Blanding av kaldroyktum reinakjøti við piparrótarsmakki

  • 100 g kaldroykta reinasteik
  • 2 dl smetana
  • 2 tsk. rivin piparrót
  • salt, svart pipar
  • (rosépipar, grønleyk)

Sker reinasteikina í smáar terningar og blanda alt tilfarið. Tú kanst eisini seta smakk á við rosépipari ella hakkaðum grønleyki.

Tips: Í staðin fyri reinasteik kanst tú brúka lambssteik ella rostbeaf.

Øl og vínviðmæli

Saltar blinipannukøkur smakka serstakliga væl við einum glasi av myrkum lagurøli afturvið.

Tann veruleiki, at tilhoyrið oftast er torført at hava aftur við víni, ið hóskar, sum t.d. ráan leyk, talar fyri øli aftur við blinipannukøkum. Vil tú bjóða vín í staðin fyri myrkt lagurøl, kanst tú trygt velja annaðhvørt eitt turt mousserandi dygdarvín ella eitt
súrligt Riesling.

Sjokulátublinipannukøkur við sjokulátusós

  • 4 dl bulgarskt jogurt
  • 20 g ger
  • 2 1/2 dl hveitimjøl
  • 1 + 3 spsk putursukur
  • 1 1/2 dl mjólk
  • 1 egg
  • 1/2 tsk. salt
  • 100 g av rivnari myrkari sjokolátu

Nýt smeltað smør at baka við

Lunka yoghurtið og upploys gerina í tí.
Læt mjølið og eina súpiskeið av sukri útí
Læt deiggið ganga í stovuhita í o.u.tveir tímar
Gev mjólkini eitt uppkók og skil eggjareyðvan frá eggjahvítanum
Rør mjólkina, eggjareyðan og saltið út í deiggið
Rív sjokulátuna og blanda hana upp í tær 3 súpiskieðirnar, ið eru eftir av sukri
Rør blandingina út í deiggið.
Píska eggjahvítan harðan og vend honum varliga niður í deiggið
Baka sjokulátublinipannukøkurnar á sama hátt sum tær vanligu blinipannukøkurnar
Borðreið við sjokulátusós

Sjokulátusós

  • 1 dl pískiróma
  • 1 spsk. punsch
  • 100 g myrka sjokulátu ella mjólkarsjokulátu
  • 1 spsk. flótandi hunang ella siropp
  • 1 spsk. smør

Verm róman upp til kókipunktið og brót sjokulátuna sundur í petti og læt útí, umframt punschin, hunangin og smørið. Tak kastirolluna av plátuni og rør í, til sjokulátan er bráðnað og sósin vorðin jøvn.

Tips: tranaber rullað í putursukri verða serligt krydd til sjokulátublinipannukøkurnar.
Tað er bæði vakurt og leskiligt!

 

Umsett úr "Etiketten" hjá finska vínmonipolinum Alko

 

 

Vit vilja verða við til at fyribyrgja misnýtslu