Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Berjatoppar við brúsandi víni.jpg

Berjatoppar við brúsandi víni

Til umleið 6 persónar

  • 300 g blandað frísk ber t.d. jarðber, rips, sólber, bláber, hindber
  • 7 bløð husblas
  • 75 g sukur
  • ¾ dl vatn
  • 5½ dl Moscato d’Asti (italskt søtt brúsandi vín)
  • 3 spsk frískpressað sitrónsaft
  • 6 lítlar formar, ið rúma á leið 1 dl (tú kanst nýta gløs, muffinsformar e.t.)

Vaniljukrem:

  • 1½ dl róma
  • 1 spsk florsukur
  • ½ vaniljustong
  • 100 g frísk ber

1. Reinsa berini og skola tey. Lat vatnið renna av í einari sílu. Jarðberini verða skorin í minni bitar. Legg husblas í eina skál við køldum vatni – lat liggja í einar 10-15 minuttir.

2. Hita sukur og vatn í einari grýtu. Kroyst vatnið úr husblasinum og legg niður í tað heita sukurvatnið. Koyr nú umleið ½ dl moscato í grýtuna og hita spakuliga alt saman, til husblasið er smeltað.

Tak grýtuna av og koyr restina av moscatoini og sitrónsaftini í.

3. Koyr helvtina av berjunum í 6 formar. Koyr geleblandingina omanyvir, soleiðis at berini eru undir. Set formarnar kalt og lat stívna. Restin av berjunum og geleblandingini kann latast í formarnar, so skjótt sum geleblandingin er stívnað eitt sindur. Um alt verður latið í í senn, er vandi fyri, at berini fara at flóta omaná og ikki leggja seg runt allan formin. Lat standa kalt í umleið 2 tímar, til blandingin er stívnað heilt.

4. Tá blandingin skal takast úr forminum, skulu teir setast í heitt vatn í umleið ein minutt, tó uttan at vatnið rennur inn í formarnar. Hetta soleiðis at berjatopparnir loysna úr forminum. Neyðugt kann eisini vera at loysa topparnar varliga við einum knívi.

5. Fá berjatopparnar varliga úr formunum og set teir við botninum uppeftir á deserttallerkar.

6. Vaniljukrem: Píska róma, florsukur og korn av vaniljustongini saman, til tað er kremkent. Pynta við kremi og smáum berjum rundan um køkuna á tallerkinum.

Henda uppskrift kann eisini roynast við gummibommum í staðin fyri við berum og í minni stødd – til „fordrykk“.

 

 

Koyring og rúsdrekka

 

Jú seinni jú betri